Til minnis um Borgarhjørt Kragesteen

Tað var ein rættiligur hvøkkur fólk fingu hósdagin 8. september, tá ið tað frættist, at Borgarhjørt var deyð bert 58 ára gomul.

Hon hevði verið til arbeiðis sama dagin og var farin heim væl til passar, tá hetta hóttafall hendi. Men her komu vit ásanna orðatakið, at »eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.«
Borgarhjørt kom í nærum 40 ár at arbeiða á landsumsitingini. Tað var í hesum sambandi, at hon kom at vera skrivari í...