11 biskupar á vitjan

Allir biskuparnir í danska ríkinum vitja í Føroyum næstu dagarnar

Mynd: Fólkakirkjan

Mynd: Fólkakirkjan

Føroyska fólkakirkjan fær næstu dagarnar eina heldur sjáldsama vitjan, tá allir biskuparnir í danska kongaríkinum koma á vitjan í døgunum 19. til 24. oktober.

Biskuparnir eru ellivu í tali, harav tíggju biskupur eru úr Danmark og ein er úr Grønlandi, skrivar fólkakirkjan á heimasíðu síni.

- Tað gagnar tí grønlendsku og føroysku fólkakirkjuni at hava tøtt bond og virki samstarv við donsku fólkakirkjuna. Vit hava nakað at læra við atliti at fyrisiting og bygnaðarligum viðurskiftum. Ikki minst møguleikin til lærdan lestur og fjøltáttaða eftirútbúgving er kærkomin, skrivar Jógvan Fríðrikson, Føroya biskupur, á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Biskupur vísir eisini á, at hóast fólkakirkjan er yvirtikið málsøki, hava allar fólkaræðisliga skipaðu partarnir í fólkakirkjuni varðveitt samstarvið við líknandi partar í donsku fólkakirkjuni. Harímillum kann nevnast dómpróstin, Prestafelagið og Felagið fyri Kirkjuráðslimir.

Í sambandi við vitjanina prædika 5 av biskupunum í teimum føroysku kirkjunum kl. 11 komandi sunnudag, tann 20. oktober.

Havnar kirkja: Peter Skov-Jacoben, biskupur, og Uni Næs, dómpróstur.

Hoyvíkar kirkja: Peter Fisher Møller, biskupur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur.

Sandavágs kirkja: Marianne Christiansen, biskupur, og Inga Poulsen Dam, sóknarprestur.

Fuglafjarðar kirkja: Elof Westergaard, biskupur, og Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur.

Vesturkirkjan / prædikan á grønlendskum: Sofie Petersen, biskupur, og Heri Jógvan Joensen, sóknarprestur.

Mynd: Fólkakirkjan