11 bjóða seg fram til eldraráðið í Havn

Val til eldraráðið verður 22. okt. 2020. Nú uppstillingarfreistin er farin, er greitt, at 11 bjóða seg fram til eldraráðið.

Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir mest møguligt.

Eisini skal ráðið virka fyri, at tey eldru verða kunnað um broytingar og nýskapanir á eldraøkinum. Eldraráðið kann av sínum eintingum siga býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.

 

Tey 11, sum bjóða seg fram til eldraráðið, eru hesi:

Bjørghild Djurhuus
Birgit Hansen
Ingrid S. Henriksen
Katrin Holm
Turið Holm
Julianna Klett
Eyrith Guttesen Leyni
Marin Rasmussen
Petur Rouch
Ingigerð á Trøðni
Robert Vilhelmsen

 

Fimm limir eru í eldraráðnum.