11 borgarstjórar vilja á ting

Men bara ein teirra hevur aldrin roynt áður

Heðin Zachariassen er ein av borgarstjórunum, ið vónar at sleppa inn um tinggátt

Heðin Zachariassen er ein av borgarstjórunum, ið vónar at sleppa inn um tinggátt

Tá veljararnir skulu seta sín kross í valhølinum 31. august eru fleiri borgarstjórar at velja ímillum. 11 av teimum 29 borgarstjórunum í landinum eru nevniliga at finna á valevnislistunum hjá flokkunum.

Kortini er talan um tríggjar borgarstjórar færri enn fyri fýra árum síðan, tá 14 borgarstjórar bjóðaði seg fram at stjórna landinum.

Av teimum 11 borgarstjórunum eru fýra av teimum at finna á valevnislistanum hjá Tjóðveldi. Teir eru Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommuna, Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommuna.

Næst eftir Tjóðveldi er tað Fólkaflokkurin, ið hevur flestar borgarstjórar á listanum. Á lista A eru Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, og Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Á listanum hjá Sjálvstýri eru tveir borgarstjórar. Teir eru Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Harumframt hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hvør sín borgarstjóra á valevnislistunum. Teir eru ávikavist Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Av teimum 11 borgarstjórunum er tað einans Eyðdis Hartmann Niclasen hjá Sambandsflokkinum, ið fyrstu ferð bjóðar seg fram á einum løgtingsvali. 

Heðin Zachariassen er ein av borgarstjórunum, ið vónar at sleppa inn um tinggátt