11 føroyingar afturat smittaðir

Tað eru nú í alt 155 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna.

Hetta byggir á í alt 3346 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Sostatt eru 11 persónar í alt staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

507 føroyingar eru nú í sóttarhaldi. Ein er innlagdur á sjúkrahús.