11 stilla upp fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri

Tey 11 sum stilla upp á javnaðarllistanum eru hesi:

1.     Súsanna Bertholdsen

2.     Signar P. Dam

3.     Eyð Eidesgaard

4.     Finnleif Guttesen

5.     Bjarni Hammer

6.     Jens Arni Leo Hammerfoss

7.     Óli Arnason Johansen

8.     Annika Pearce

9.     Kristina Roest

10. Niels Rødgaard

11. Tim Wentzlau

Í tíðindaskrivi sigur Javnaðarlistin soleiðis:

»Lyklaorðini eru SAMSTARV, TRIVNAÐUR og MENNING!

Tvøroyrar kommuna skal vera kommunan, har allir borgarar skulu hava best møgulig kor at liva og virka í. Hetta er sjálvandi fremsta málið hjá Lista C, og okur eru klár at fara til verka saman við tær!

Komandi dagarnar fara okur her á síðuni at lata valevnini greiða frá, hvørji tey eru, og sjálvandi fara okur at greiða tykum veljarum frá okra valskrá, kjarnuøkjum og hjartamálum.

Okur hava 11 valevni, summi hava verið uppstillað fyrr og summi ikki, men felags fyri øll 11 er viljin at taka eitt tak fyri Tvøroyri og øllum borgarum í kommununi.

Kring fjørðin bygdir fimm við sævarstrond, sum systrar góðar halda hond í hond (Pól F.)«