113 metrar boraðir afturat

Í seinastu viku gekk betur at bora nýggja Sandoyartunnilin. Í alt vórðu boraðir 113 metrar, og tað eru 41 metrar meira enn vikuna frammanundan

Í alt eru boraðir 1.327 metrar, av 10.785 metrum, skrivar Eystur- og Sandoyartunlar.

Í Traðardali vórðu boraðir 57 metrar. Har eru nú boraðir 901 metrar.

Á Gomlurætt vórðu boraðir 56 metrar. Har eru nú boraðir 426 metrar.