120 kanningar í Sandoynni í dag

Læknamiðstøðin á Sandi hevur í dag kannað umleið 10 prosent av fólkinum í Sandoynni fyri møguliga korona-smittu

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Sands kommunu.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Sands kommunu.

 

Bæði í dag og í gjár hava vit hoyrt um, at metstórt tal av fólki hava latið seg kannað fyri korona-smittu, og talið av smittaðum í Føroyum hevur sambært landslæknanum eisini sett nýtt met seinasta samdøgur.

Men, tað er ikki bara á teimum stóru plássunum, at fólk hesar seinastu dagarnar hava latið seg kannað. Á Læknamiðstøðini á Sandi hava tey í dag potað 120 fólk, sum svarar til umleið 10 prosent av íbúgvunum í allari Sandoynni.

Tey byrjaðu at pota á Sandi í dag klokkan 14 og hildið varð fram í einar tveir tímar. Øll, sum vórðu kannað, sótu í bilinum, og tað vóru trý fólk á Læknamiðstøðini, sum tóku sær av uppgávuni.

Sum skilst, vóru tað serliga ung og miðalaldrandi fólk umframt nógv røktarstarvsfólk, sum lótu seg kanna á Sandi í dag. Lækni á Sandi hesa vikuna er Ása Jaspurdóttir Jacobsen.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Sands kommunu.