1200 nýggjar búeindir í Tórshavn

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu veksur skjótt. Samlað eru útvið 1200 nýggjar búeindir í gerð, sum verða gjørdar fram til 2022

Bara seinastu trý árini eru beint oman fyri 1050 íbúgvarar komnir aftrat í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Tað er nógv virksemi á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum, og fleiri verkætlanir eru júst lidnar ella eru farnar í gongd:

Lesandi hava búð í teimum 33 lestraríbúðunum í kommunuskúlanum síðani 2018.

Oman Mattalág eru fólk flutt inn í 38 íbúðir hjá Bústøðum í 2019.

Oman fyri Rólantsgøtu hevur kommunan selt 12 grundøki, har nú verður bygt.

Á Argjum við Klingurstjørn eru 100 grundøki byggiklár. Seinna útstykkingin við 47 grundøkjum fór ígongd í 2018, og útlutanin var í 2019. Nógv eru farin undir at byggja, og summi eru eisini flutt inn í húsini.

Undir Kongavarða hevur Tórshavnar kommuna á fyrsta sinni gjørt avtalu um at gera 48 privatar leigubústaðir. Hetta er hent í 2019. Arbeitt verður við at finna øki til aðrar 48 leiguíbúðir.

Samtykt er at selja um 100 grundøki í Dalinum Langa í Hoyvík.

Kommunan hevur lagt dent á at útvega grundøki í allari kommununi – 7 grundøki eru klár um stutta tíð í Nólsoy, 22 grundøki eru lutað út í Hamrabø í Kollafirði og útstykkingarætlan er gjørd fyri 6 øki í Kaldbak, sum eru farin á sølulistan.

Við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík er nógv bygt, og meira er á veg, og samlað verða 300 fjølbroyttar íbúðir í økinum.

Umframt hetta verða bæði kommunalar og privatar útstykkingar framdar. Tann størsta við Landavegin, har 120 íbúðir ætlandi verða bygdar.

Aftrat hesum eru nakrar byggiverkætlanir, sum bíða eftir endaligum loyvi.

Ein leyslig meting vísir, at verða allar byggiætlanir framdar, sum eisini bíða eftir góðkenning ella hava fingið loyvi, so verða 1200 búeindir aftrat tøkar í Tórshavnar kommunu í 2022.