13 ára gomul lyftir pápan yvir høvd

- Onkrir vinir søgdu, at crossfit hevði broytt teirra lív, so eg gav tí ein møguleika, sigur norska Lea Horne, sum í kapping í Spania lyfti 164 pund yvir høvd.

- Eg skilji hetta ikki. Hetta er heilt "sjúkt". Hon lyftir væl og virðiliga mína kropsvekt yvir høvd, sigur pápin, Helge Horne.

- Eg skilji hetta ikki. Hetta er heilt "sjúkt". Hon lyftir væl og virðiliga mína kropsvekt yvir høvd, sigur pápin, Helge Horne.

 

13 ára gamla norska gentan Lea Horne, sum saman við familju síni býr í Spania, visti slett ikki av, at hon er so sterk, sum hon í veruleikanum er. Í einari kapping um spanska meistaraheitið lyfti hon fýra kilo meira enn norska metið í hennara bólki er.

NRK veita at siga, at úrslitini í kappingini í Spania vísa, at norska gentan í stigum telist millum heimsins sterkastu. Um kappingin í Spania í staðin var í Noregi, hevði Lea Horne havt vunnið heiðurin sum hin sterkasta í Noregi.

Í kappingini í Spania lyfti hon nevniliga 82 kilo - ella 164 pund - yvir høvd.

Hetta er tað, sum ein vaksin maður vigar. Men, tað órógvaði ikki Leu Horne. Hon stóð við hesi vekt yvir høvdinum í fleiri sekund. Metið í Noregi í hennara aldursbólki er 78 kilo.

NRK veit at siga, at sponsku áskoðararnir og dómararnir høvdu ongantíð áður sæð ein so ungan vektlyftara, sum lyfti so nógv. Flestu luttakarar í hennara bólki vóru 4-5 ár eldri enn hon.

Tað áhugaverda við Leu Horne er, at hon bara hevur lyft vektir í nakrar mánaðir. Hon hevur luttikið í kappingum bara fyri at vita, hvat hon sjálv megnar, og her hevur hon eisini fingið toppúrslit.

Síðan familja hennara flutti úr Storsteinnes í Troms í Noregi til Albir í Spania fyri trimum árum síðan, hevur Lea í stóran mun gjørt tað, sum aðrir ungdómar á hennara aldri gera. Hon hevur spælt eitt sindur hondbólt og fótbólt.

- Eg var ikki serliga aktiv, áðrenn vit fluttu til Spania, og eg var tískil heldur ikki serliga væl nøgd við meg sjálva. Onkrir vinir søgdu, at crossfit hevði broytt teirra lív, so eg gav tí ein møguleika, sigur hon.

Venjarin í crossfit-felagnum í Spania helt, at Lea Horne var ov sterk til "bara" at íðka crossfit og eggjaði henni til at gera eitt sindur meira við vektirnar. Tá snýr tað seg meira um ráa styrki enn í crossfit, har tú bæði venir styrki og úthaldni við nógvum ymiskum venjingum.

- Eg skilji hetta ikki. Hetta er heilt "sjúkt". Hon gjørdist nummar trý í bólkinum upp til 71 kilo. Hevði hon lyft í bólkinum, sum liggur omanfyri, hevði hon blivið nummar tvey. Hon lyftir væl og virðiliga mína kropsvekt yvir høvd, sigur pápin, Helge Horne, við NRK.

 

 

- Eg skilji hetta ikki. Hetta er heilt "sjúkt". Hon lyftir væl og virðiliga mína kropsvekt yvir høvd, sigur pápin, Helge Horne.