13 miljónir at tøma Northguider fyri olju

Tað var nógv gjørt fyri at tøma Northguider fyri olju, tá skipið fór á land á einum flúri á Svalbard í desember mánaði í fjør.

 

 

Northguider er so mikið illa farin, at skipið verður ikki afturgjørt.

Northguider er so mikið illa farin, at skipið verður ikki afturgjørt.

 

Tað var hin 28. desember í fjør, at rækjutrolarin Northguider endaði á einum flúri í Hinlopensundinum á Svalbard. Manningin, sum taldi 14, varð bjargað av skipinum í tyrlu, og sýslumaðurin á Svalbard kallaði bjargingina "á markinum til tað forsvarliga fyri at bjarga mannalívum..."

Tá skipið endaði á flúrinum, hevði Northguider umleið 300.000 litrar av dieselolju umborð. Dagarnar eftir skipsbrotið varð nógv gjørt burtur úr fyri at byrgja upp fyri, at olja ikki lak úr skipinum, soleiðis at skipið ikki gjørdist ein umhvørvisbumba.

Bjargingarfyritøkan Ardent segði tá í sínari niðurstøðu, at skaðarnir á skipið vóru so umfatandi, at tað var ómøguligt at hála skipið av aftur flúrinum. At tøma skipið fyri olju í einum so veðurbardum øki varð eisini mett at vera ein krevjandi uppgáva.

Loysnin gjørdist at leiga eitt flogfar og eitt fraktskip til flutning av útgerð. Haraftrat fingu teir útgerð úr Longyerbýnum, eitt nú pumpur og kaðlar, áðrenn byrjast kundi at pumpa olju úr skipinum.

Vaktarskipið KV Svalbard hevði nóg stóran tangakapasitet til at taka ímóti oljuni, og hetta endaði við, at tangarnir hjá vaktarskipinum vórðu brúktur til oljuna úr Northguider.

Orsaka av nógvum vindi, kulda og vandanum fyri rekaísi var tað ikki møguligt at koma skipinum nærri enn 50 metrar. 

Norska heimasíðan - www.sysla.no - skrivar, at tað kostaði tilsamans stívliga 13 miljónir norskar krónur at tøma Northguider fyri dieselolju. Við í hesum prísi er ikki tað, sum tyrlur kostaðu sýslumanninum á Svalbard, tá vrakið varð kannað.

Norska Kystverket vil ikki gera viðmerkingar til, hvat samlaði prísurin fyri bjargingina av Northguider verður. Tey vísa til tryggingarfelagið Gard, sum heldur ikki vil gera viðmerkingar til kostnaðin.

##med2##

Northguider er so mikið illa farin, at skipið verður ikki afturgjørt.

Northguider endaði á einum flúri í Hinlopensundinum á Svalbard í desember í fjør.