13 særd í spreinging í Lyon í Fraklandi

Franski forsetin, Emmanuel Macron, rópar spreingingina eitt álop.

Mynd: Philippe Desmazes/ AFP

Mynd: Philippe Desmazes/ AFP

 

Ein spreinging hevur seinnapartin í dag sært 13 fólk í franska býnum, Lyon. Tær fyrstu fráboðaninar søgdu, at talan var um átta fólk, sum vórðu rakt, men síðan er talið dagført og er fyribils komið upp á 13. Sagt verður eisini, at eingin av teimum raktu er í lívsvanda.

Sambært Reuters verður nú roynt at finna út av, hvør orsøkin var til spreingingina, sum var umleið klokkan 17.30 í dag, og illgruni er um, at talan hevur verið um enn eina yvirgangsatsókn.

Franskir miðlar skriva, at spreingingin fór fram á einum gøtuhorni í Lyon, har ein bakari hevur sítt virksemi. Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur rópt spreingingina eitt álop. 

Sagt verður, at talan var um eina pakkabumbu, fulla við seymum, skrúvum og bóltum, og borgmeistarin í Lyon, Denis Broliquier, hevur sambært BBC sagt, at bumban varð ætlað at gera álvarsligan skaða.

Fleiri vitni hava sagt, at pakkin var latin eftir í einari tasku av einum manni, sum fleiri av vakmyndatólunum í býnum hugsandi hava upptøkur av.

Franska løgreglan leitar nú eftir einum manni, sum hugsandi hevur lagt bumbuna og síðan flýddi avstað aftur á einari súkklu. Sagt verður, at vakmyndatól vísa ein mann í masku við svørtum brillum, svartari troyggju og ljósum buksum.

 

 

 

 

 

 

Mynd: Philippe Desmazes/ AFP