13 uppisjóvarskip fingið 3000 tons hvørt av svartkjafti afturat

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skrivaði í gjár út 41.709 tons av svartkafti. Talan er um felagskvotu við hámarkið

Felagskvotan er býtt út til 13 skip í uppsjóvarvinnuni. Tey eru Arctic Voyager, Borgarin, Christian í Grótinum, Fagraberg, Finnur Fríða, Gitte Henning 1, Hoyvík, Høgaberg, Katrin Jóhannu, Norðborg, Norðing, Næraberg og Tummas T, skrivar jn.fo.

Tey 13 skipini hava fingið loyvi at fiskað av felagskvotuni. Tey hava fingið eitt hámark á 3.000 tons hvørt. 

Varðin í Gøtu hevur selt Jupiter til Northwest Pelagic í Kollafirði. Jacob Vesturgaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sigur við jn.fo, at Jupiter eisini fer at fáa loyvi at fiska av felagskvotuni.