14 ára gamla skal viðgerast í Danmark

Hósdagin doyði ein 13 ára gomul genta av spreinging í einari smáttu vestan fyri Sarfannguit - og ein 14 ára gomul brendist illa.

 

Tað var hósdagin, at ein 13 ára gomul genta doyði av spreinging í einari smáttu vestan fyri Sarfannguit, tætt við Sisimiut í Grønlandi. Ein 14 ára gomul genta, sum eisini var í smáttuni, tá spreingingin fór fram, brendist illa.

Sermitsiaq veit at siga, at hin 14 ára gamla gentan er send til Danmarkar til viðgerðar. Eitt vaksið fólk var saman við gentunum báðum í smáttuni. Fólk í fjørðinum hava sagt, at tey hoyrdu tvær spreingingar, stutt eftir hvørja aðra.

Grønlendska heimasíðan hevur spurt fólk innan løgregluna, hvussu hin 14 ára gamla gentan hevur tað, men tey vita bara at siga, at hon er flutt til Danmarkar. Tískil vita tey ikki, hvussu heilsustøðan hjá henni er.

Fólkið, sum var saman við gentunum í smáttuni, var ein kvinna, men sambært Sermitsiaq hevur ikki borið til at skift orð við hana enn. Hon hevur verið í sjokki eftir syrgiligu hendingina.

Áður hevur verið skrivað, at tvær gassfløskur vóru í smáttuni, men enn eru neyðugu kanningarnar, sum skulu staðfesta, hvat veruliga hendi, ikki gjørdar. Fólk koma ætlandi úr Danmark týsdagin at kanna umstøðurnar og hendingina.