Navnið er Heimið við Vágna

Lydia Petersen og Signy Petersen vunnu navnakappingina

Í morgun avdúkaði Jóhann Lützen, sosialnevndarformaður, navnið á nýggja røktarheiminum í Klaksvík.

 

Á lítlari samkomu í røktarheiminum fríggjamorgunin 20. september 2013 vórðu vinnararnir av navnakappingini eisini avdúkaðir.

 

Býráðslimir, arbeiðsfólk, navnanevnd møttu saman við vinnarunum til avdúkingina.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, beyð vælkomið og gav síðan orðið til Jóhann Lützen, sosialnevndarformann, sum flutti fram røðu og síðani avdúkaði vinnararnar og navnið.

 

Lydia Petersen og Signy Jacobsen høvdu latið júst sama uppskot inn, og tískil gjørdust tær báðar vinnarar.

 

Inn komu 41 uppskot, og navnanevndin, sum varð mannað av Jóhann Lützen, formanni, Finn Kjølbro, limi í Gøtunavnanevndini, Gunnleyg Durhuus, depilsstjóri hjá Almannaverk, Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur hjá Almannaverk, og John Færø, trivnaðarstjóri. Skrivari og ráðgevi hjá nevndini hava verið Sigrun Vágstún, toymisleiðari, og Gunnleyg K. Dánjalsson, limur og skrivari hjá Gøtunavnanevndini.