Nýggj tøl frá Folkhälsomyndigheten í Stokkhólmi vísa, at tað seinasta samdøgrið eru deyð 174 fólk við koronu, og at 5.400 eru skrásett smittað síðani í gjár.
Í Svøríki eru nú deyð tilsamans næstan 7.000 fólk við koronu undir farsóttini.
Talið er tilsamans 6.972, sum eru skrástt hjá Folkhälsomyndigheten sum deyð við koronu.
Í Svøríki eru smittað tilsamans 266.158 fólk.
/ritzau/