18 bólkar verða við í Sement

Fyrireikararnir eru væl nøgdir við undirtøkuna

18 tónleikabólkar hava teknað seg til kappingina Sement 2021, sum verður hildin á Reinsarínum í Havn.

– Tónleikurin á Sement 2021 verður deiliga fjølbroyttur. Í ár verður tað alt frá hip hop og metal til singer songwriter og rnb. Og vit fara eisini at uppliva royndar bólkar, óroyndar bólkar og ymiskar aldursbólkar. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at Sement er ein forsmakkur upp á framtíðina hjá føroyskum tónleikalívi, siga fyrireikararnir.

Í ár verða tríggir dómarar, og teir eru Per I. Højgaard, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir. Trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan tónleik og hava fingurin á pulsinum. Og verturin í ár er maðurin handan fleiri av størstu hittunum í Føroyum: Terji Rasmussen.

Í ár fáa tríggir teir fremstu bólkarnir í kappingini studiotíð í Kriss-Stuff Studio hjá roynda framleiðaranum Kristoffur Mørkøre. Harafturat velur Reinsaríið ein bólk, sum eisini fær studiotíð. Umframt hetta verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á teirra festivali.

Sement verður hildið á Reinsarínum nøkur kvøld frá 17. apríl til 1. mai, tá ið finalan verður.