18 nýggjar íbúðir ávegis á Toftum

Fyri góðari viku síðani bleiv sunnari íbúðarbygningurin reistur á Toftum. Báðir bygningarnir eru nú reistir, og tann norðari um at verða liðugt innilokaður. Vindeygu verða nú sett í norðara bygningin

Mynd: Nes kommuna

Mynd: Nes kommuna

Arbeiði við vegi og parkeringsøki er um at verða liðugt. Asfalteringin manglar og verður gjørd næsta ár. Gøtuljósini eru uppsett og eru farin at lýsa.

Tað er Falkon Entreprenørar, sum hava gjørt gjørt grundøkini byggibúgvin umframt veg og parkeringsøkir fyri Nes kommunu.

Byggivirkið KBH byggir íbúðarbygningarnar fyri Bústaðir.

Bygningarnir hýsa íalt 18 íbúðum. Væntandi verður tann norðari bygningurin liðugur til jóla næsta ár og hin seinni á sumri 2021.

Mynd: Nes kommuna

Mynd: Nes kommuna