18 nýggjar íbúðir skulu gerast

Níggju bygningar við tveimum íbúðum í hvørjum skulu byggjast á Hvítanesi

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Ætlanin er at byggja níggju bygningar við tveimum íbúðum í hvørjum á Hvítanesi. Um loyvi skal gevast, er neyðugt at broyta byggisamtyktina.

Søkt er um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av planeraða økinum, ið liggur niðanfyri vegin, tá koyrt verður oman á Hvítanes, har eitt lítið landbúnaðarøki verður broytt til bústaðarøki.

– Mett verður, at broytingin, søkt verður um, er lítil og hevur lítla ella onga ávirkan annars á økið, sigur Tórshavnar kommuna.

Staðbundna nevndin á Hvítanesi viðmælir eisini broyting av byggisamtyktini, treytað av nøkrum broytingum í sambandi við vendi- og parkeringspláss.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum, sum varð samtykt á býráðsfundinum fyrrakvøldið.

##med2##

Mynd: Tórshavnar kommuna