180 korona-tilburðir í Íslandi

Trý fólk í Íslandi eru nú á intensivari deild við korona-smittu.

 

Trý fólk í Íslandi eru nú endað á intensivari deild á íslendska ríkissjúkrahúsinum orsakað av korona, covid-19, harav tvey teirra eru á deildini fyri intensivari røkt, sum íslendska ríkisútvarpið rópar tað. Einki verður sagt um, hvussu fólkini hava tað.

Sambært íslendska farsóttarfrøðinginum, Thorolfi Gudnason, eru nú 180 tilburðir av covid-19 staðfestir í Íslandi. Tilburðir eru í trimum pørtum av landinum, og tískil væntar farsóttarfrøðingurin, at smittan fer at raka fólk kring alt Ísland.

Hvussu drúgt hetta verður, hevur Thorolfur Gudnason einki endaligt boð upp á, men hann væntar, at tølini yvir virussmittað fara at veksa tær næstu vikurnar. Hann dugir í løtuni ikki at siga, nær Ísland fer at røkka hæddarpunktinum við spjaðing.