18.000 ára gamal hvølpur funnin í Sibiria

Hvølpurin, sum hevur ligið í permafrosti, er sera væl varðveittur. - Ja, tað kennist, sum hann nýliga er deyður, sigur granskari.

 

 

 

 

 

Í summar varð ein 18.000 ára gamal hvølpur funnin í permafrostinum, nær við Yakutsk í Eystursibiria. Tað veit Sky News at siga, og tað er eitt nú tv2.no, sum endurgevur forvitnisligu søguna.

Hvølpurin er, soleiðis sum viðheftu myndir eisini vísa, sera væl varðveittur. Hann hevur bæði snoddhár, eygnahár, skinn og eina nøs so mjúka sum floyal, og hvølpurin hevur fingið navnið, Dogor.

Sum skilst, hava granskarar enn ikki funnið út av, um talan er um ein hund ella úlv, og DNA-royndir hava enn ikki kunnað staðfest hetta endaliga.

David Stanton, sum er granskari við stovnin, Senter for Palaeogenetikk, sigur, at vanliga er lætt at skilja millum hund og úlv. Hann heldur, at við øllum tí data, sum er á hesum øki, átti tað at verið lætt at funnið út av hesum.

Men, so lætt er tað nú kortini ikki.

- Tað, at vit enn ikki hava megnað at staðfest, hvørt hetta er hundur ella úlvur, kann hava sína orsøk í, at hetta er eitt slag, sum bæði hundur og úlvur hava sín uppruna í, sigur granskarin, David Stanton.

Ein annar granskari, Love Dalen, sigur, at hetta møguliga er elsti hundur, sum nakrantíð er funnin. - Hvølpurin er so væl varðveittur, at tað kennist, sum hann nýliga er deyður, leggur granskarin aftrat.

##med2##