192 framsýnarar á vinnumessu

Í morgun byrjaði altjóða vinnumessan Atlantic Fair í Klaksvík. Messan er annað hvørt ár, og hesaferð eru 192 framsýnarar við. Tað eru nógvar fyritøkur úr Føroyum, men fyritøkur eru eisini úr 19 øðrum londum, millum annað Danmark, Norra, Íslandi, Belgia, Italia, Russlandi og USA

– Tá ið vit byrjaðu í Runavík, var messan eitt sindur størri. Tá nýttu vit tjøld, men tað riggaði ikki. So fóru vit yvir at nýta hallir. Hetta er besta loysnin, ið Klaksvík hevur at bjóða, og samstundis er hetta fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum. Tí egnar hon seg sera væl at vera her, sigur Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair.

Tað er níggjundu ferð, at Atlantic Fair er. Messan er annaðhvørt ár. Hon var fyrst tvær ferðir í Runavík, og síðani tvær ferðir í Havn. Hetta er fimta ferðin, at hon er í Klaksvík.
##med2##
##med3##
##med4##

Væntar gott 4.000 vitjandi

– Nú koma fyritøkur frá fleiri og fleiri londum. Vit merkja ein størri áhuga. Eg vænti, at tað fara at koma gott 4.000 vitjandi ella eitt sindur meira. Tað er ikki endiliga nøgdin á vitjandi, ið hevur mest at týða, men meira dygdin á framsýningini, sigur Áki í Skemmuni.
Tað, sum messan fyrst og fremst gevur, eru møguleikar til samskifti millum ymsar partar í vinnuni. Tað sum verður kallað network.

– Konseptið við messuni er tað sama, men tað er tó víðkað nakað, millum annað er skrásetingin farin útum. Tað nýggja er sjálvandi tað, ið framsýnararnir hava at bjóða. Tað eru eisini nógvir áhugaverdir fyrilestrara á skránni, sigur Áki í Skemmuni

##med5##
##med6##
##med7##
Allir útleigubilar og hotellkømur útleigað

Bæði KÍ-høllin og Badmintonhøllin í Klaksvík verða nýttar til framsýningar. Vinnumessan savnar vinnulívsfólk úr øllum Føroyum, men messan dregur eisini nógv útlendsk vinnulívsfólk til Føroya. At útlendingarnir eru nógvir sæst millum annað aftur í, at so at siga allir útleigubilar í Føroyum eru útleigaðir, og at so at siga øll hotellkømur í landinum eru í nýtslu.

Tilsamans vera 15 framløgur á Atlantic Fair. Millum annað: ”Vinnan skal trívast í Klaksvíkar kommunu”, ”Hví ikki byggja skip í Føroyum við føroyskum fyritøkum?”, ”Sjóvinnutænastur til altjóða marknaðin”, ”Pit Stop Føroyar”, ”Meir enn fiskur”, ”Skip renna á land – ein vandamikil kós” og ”Stuðulsmøguleikar”.

Messan heldur á til hósdagin klokkan 16.

Myndir: Jens Kristian Vang og Frants Jensen

##med8##
##med9##
##med10##

Jógvan Skorheim, borgrstjóri

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair