2.000 bústaðir mangla

- Við fólkavøkstri, miðsavnan og hækkandi kostnaðarstøði halda flest øll í dag, at tørvurin er størri enn sum so. Tað legst afturat á okkara bíðilista, og okkara meting í dag er, at 2.000 bústaðir mangla í. Tað veri seg leigubústaðir og lutaíbúðir um alt landið.

Tað staðfestir Andras Róin, stjóri í Bústøðum, í fororðinum til ársfrágreiðingina hjá Bústøðum, nú seks ár eru liðin síðan grunnurin fór undir at byggja almennar bústaðir.
Í fororðinum staðfestir Andras Róin eisini, at Bústaðir megnar ikki einsamalt at byggja teir bústaðir, ið mangla í Føroyum í dag. Neyðugt er tí við einum samstarvi við aðrar aktørar.

- At framleiða nakað, sum tørvur er á, er hugaligt. Hóast tað í sjálvum sær er jaligt, at vit hava fólkavøkstur og ein vaksandi tørv á bústøðum, so er tað fyri tey, sum tørvar eitt hóskandi tak yvir høvdið, ørkymlandi at bíða. Bústaðir fáa bert loyst avbjóðingina um nøktandi og nóg fjølbroytt bústaðatilboð í samstarvi við fleiri partar. Bæði tað almenna og privata mugu vera við, staðfestir stjórin í ársfrágreiðingini.

Higartil hevur Bústaðir útvega 333 almenn leigumál, harav 71 av leigumálinum eru komin higartil í 2019. Harumframt eru 10 verkætlanir í gerð. Eftir ætlan skal Bústaðir umsita gott 900 leigu- og lutabústaðir í 2024.