22 vilja vera stjórar í Búnaðargrunninum

22 umsóknir eru til stjórastarvið í Búnaðargrunninum, nú umsóknarfreistin var úti mánadagin, boðar Kringvarpið frá

Setanartilgongdin byrjar í næstu viku, sigur Símun Gullaksen, ið er formaður í Búnaðargrunninum.

Eingin tíðarætlan er fyri tilgongdina, men formaðurin vónar, at starvið verður sett skjótast gjørligt. 

Síðani Regin I. Jacobsen tók við starvinum sum stjóri í Vága Floghavn 1. desember í fjør, hevur Símun Gullaksen verið virkandi stjóri.