23 ára gamal skuldsettur fyri morð

Í juni varð ein maður handtikin fyri morð á eina 16 ára gamla gentu í 2012. Nú er avgjørt, at hann skal ákærast.

Ákærumyndugleikin í Føroyum gjørdi í gjár av at reisa ákæru ímóti einum 23 ára gomlum manni fyri at hava dripið eina 16 ára gamla gentu í 2012.

Tað skrivar ákærumyndugleikin á Twitter.

Maðurin varð handtikin 19. juni, og dagin eftir varð hann framsettur í grundlógaravhoyring.

Rætturin gjørdi av, at grundaður mistanki var um, at tann 23 ára gamli hevði dripið gentuna. Men rætturin vildi kortini ikki varðhaldsfongsla mannin, tá rætturin ikki helt, at hann kundi ávirka kanningararbeiðið.

Tann 23 ára gamli noktaði seg í grundlógaravhoyringini sekan í skuldsetingini, sum snýr seg um, at hann druknaði táverandi unnustu sína, Mariu Fugloy Christensen, í sjónum.

Harumframt varð hann skuldsettur fyri at hava framt grovan, ráan og vandamiklan harðskap ímóti henni.

Í november í 2012 varð tann unga gentan funnin druknað í sjónum við byrgingina um Hvannasund. Í fyrstu syftu varð ikki hildið nakað illgrunasamt vera, og tí var meira ikki gjørt við málið.

Løgreglan gjørdi seinni av, at gentan skuldi gravast uppaftur til nýggjar kanningar, men heldur ikki ta ferðina vórðu tekin funnin upp á nakað illgrunasamt í sambandi við deyða hennara.

Í august í fjør vendi løgreglan sær til almenningin og bað fólk, sum møguliga høvdu sæð ella hoyrt okkurt í sambandi við málið, um at venda sær til løgregluna.

Tað førdi til, at tann 23 ára gamli varð handtikin. Tað var millum annað gjørt eftir fleiri rannsóknir.

Grundlógaravhoyringin fór fram fyri afturlætnum hurðum, so tað er óvist, hvat tað er, sum fær løgregluna til at misteinkja manningn fyri morð, eins og tað er óvist, hvørjum maðurin hevur greitt frá í rættinum um um støðurnar.

Skuldsetti varð árið eftir at gentan doyði dømdur í einum ørðum máli. Har fekk hann fleiri ára fongsul fyri drápsroynd og harðskap.

Sambært ákærumyndugleikanum verður ákæruritið ímóti 23 ára gamla manninum klárt síðst í august. Men tað er longu greitt, at nevningamálið ímóti honum verður í Føroya Rætti í desember.

 

/ritzau/