240 fiskidagar afturat til bólk 5B

Vørn boðar nú frá, at bólkur 5B fær 240 fiskidagar afturat. Samstundin fær bólkur 5A 240 fiskidagar færri

Tað var fríggjadagin í seinastu viku, at Vørn boðaði frá, at fiskidagarnir hjá bólki 5B næstan vóru uppi, og tí skuldi allur fiskiskapur hjá bólkinum steðga.

Men landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, segði beinanvegin, at hann vildi kanna, um bólkurin kundi fáa nakrar dagar afturat.

Nú er greitt, at bólkurin fær 240 dagar afturat.

Vørn skrivar soleiðis:

Eftir at fiskidagarnir hjá bólki 5B vóru uppi tann 29. november 2019, hevur landsstýrismaðurin í dag tikið avgerð um at lækka fiskidagatalið hjá útróðrarbátunum í bólki 5A við 240 fiskidøgum og hækka fiskidagatalið hjá útróðrarbatunum í bólki 5B samsvarandi.

Í dag, hin 6. desember 2019, er støðan viðvíkjandi brúktum døgum soleiðis, at bólkur 5A hevur brúkt 4172 fiskidagar av teimum 4643 fiskidøgunum, ið nú eru tillutaðir bólkinum. Sostatt eru 471 fiskidagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5A.

Í bólki 5B er støðan tann, at 6172 fiskidagar eru brúktir av teimum nú tillutaðu 6386 fiskidøgunum. Sostatt eru 214 fiskidagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5 B.

Tí skal Vørn boðað frá, at útróðrarbátar í bólki 5B, kunnu fara aftur til fiskiskap frá í dag at rokna.

 

Hetta er triðju ferð, at bólkur 5B fær fleiri fiskidagar tillutaðar. Í juli fekk bólkurin 2150 dagar afturat, og fyri trimum vikum síðani fekk hann 444 dagar afturat. Nú hevur bólkurin aftur fingið 240 dagar afturat.