Høgni Lützen handar Anniku Olsen, borgarstjóra, undirskriftirnar

2.400 mótmæla tjóðpalli á Skálatrøð

Í morgun handaði Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützens Byggibúð á Skálatrøð, og stigtakari til mótmælini, Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, tær 2.400 mótmælisundirskriftirnar.

Høgni Lützen handar Anniku Olsen, borgarstjóra, undirskriftirnar

Høgni Lützen og tey 2.400 fólkini, sum hava skrivað undir, mótmæla, at tjóðleikhús verður bygd á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Tey halda tó, at tjóðleikhús skal byggjast í Havn, men ikki á Skálatrøð.

##med2##

Høgni Lützen heitir eisini á býráðið um at broyta parkeringsplássið á Skálatrøð og tekna básarnar øðrvísi upp. Tað hevði givið eini 60-70 ókeypis parkeringspláss beinanvegin, segði hann.

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra tey bæði, Anniku Olsen og Høgna Lützen

Høgni Lützen handar Anniku Olsen, borgarstjóra, undirskriftirnar

Annika Olsen tekur ímóti teimum 2.400 undirskriftunum, sum mótmæla staðsetingini av tjóðleikhúsi á Skálatrøð