24.000 krónur dýrari um árið

Tað verður nógv dýrari hjá pendlarum at brúka Skálafjarðartunnilin heldur enn verandi farleið.

Í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið, ber til at lesa, hvussu nógv dýrari tað verður fyri eitt nú klaksvíkingar, fuglfirðingar og fólk á eystari armi á Skálafjørðinum, sum koyra dagliga til høvuðsstaðin og heimaftur, um tey fara at brúka Skálafjarðartunnilin.

Nógvar reaktiónir hava verið uppá prísásetingina hjá tunnilsfelagnum, og í blaðnum gera fleiri politikarar í økinum viðmerkingar til prísin. Ikki allir eru nøgdir við tann prís, sum er ásettur, og tað sleppur ikki at fara fram við borðinum.

Lesið meira í Vikuskiftis-Sosialinum.