247 føroyingar í sóttarhaldi

Talið av koronasmittaðum í Føroyum er vaksið sera nógv seinasta døgnið. Somuleiðis eisini talið av teimum, ið eru í sóttarhaldi. Nú eru 247 føroyingar í alt í sóttarhaldi

Í gjár vóru 18 føroyingar smittaðir av korona, men í dag er talið vaksið til 47, upplýsti Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Tað eru gjørdar í alt 703 kanningar seinastu vikurnar, stendur á heimasíðuni corona.fo