25 feløg enda hjá Skiftirættinum

Fimm nýggj feløg blivu eisini stovnað í farnu viku

Tað var nógv virksemi skrásett í vinnuskránni í farnu viku. Fleiri feløg eru yvirtikin av Føroya Skiftirætti, okkurt nýtt felag er stovnað, meðan eitt er strikað.

Í alt er talan um 25 feløg, har leiðslan er farin frá og Føroya Skiftirættur í staðin er komið inn sum ábyrgdarhavandi. Nítjan smápartafeløg, fimm íverksetarafeløg og eitt partafelag.

Meðan hesi feløg mest sannlíkt geva skarvin yvir eru tað fimm onnur feløg, ið sóu dagsins ljós í farnu viku. Fýra íverksetarafeløg og eitt smápartafelag.

Tey nýggju feløgini virka millum annað innan handilsvinnuna, ferðavinnu, samskiftisvinnuna og tænastuvinnuna.

Umframt hesi feløgini eru broytingar eisini framdar í øðrum feløgum. Okkurt felag er strikað úr partafelagskránni, nevndarbroytingar eru framdar í øðrum og uppaftur onnur hava hækkað partapeningin.

Til ber at lesa um allar broytingarnar í vinnuskránni við at trýsta á her