25 grundstykkir í Norðragøtu til sølu mánadagin

Mánadagin á miðdegi verða 25 nýggj grundstykkini við Myllá í Norðragøtu sett til sølu á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Tá gamli bíðilistin eftir grundstykkjum varð avtikin í fjør stóðu seks á bíðilista eftir grundstykki í Norðragøtu. Útstykkingin við Myllá var tá í gerð, og tí samtykti býráðið í Eysturkommunu, at hesi skuldu fáa møguleika at velja eitt grundstykki, tá útstykkingin varð liðug, áðrenn bíðilistin varð endaliga avtikin. Av hesum hava tvey tikið av, og restin av grundstykkjunum verða nú sett til sølu.

Kostnaðurin fyri grundstykkini verður 150 kr. pr m2. Harafturat verður eitt íbindingargjald á kr. 20.000 kr kravt til íbinding í felags reinsiverk.

Innan byggiloyvi verður givið, skal keyparin gjalda 15.000 kr í depositum fyri møguligar skaðar á kommunala ogn. Um eingin skaði er í byggitíðini, verður upphæddin goldin grundstykkjaánaranum aftur.