Eisini í vetur er beinleiðis flúgving millum Vága Floghavn og Charles de Gaulle lufthavnina og mentanarmetropolin, París.

2500 føroyingar hava verið í París við Atlantic

Í allan vetur hava føroyingar møguleikan at halda vikuskiftisfrí í tveimum stórbýum, nevniliga Edinburg og París.

 

Eisini í vetur er beinleiðis flúgving millum Vága Floghavn og Charles de Gaulle lufthavnina og mentanarmetropolin, París.

 

Árni Olsen, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sigur, at ein av uppgávunum, sum føroyska flogfelagið kennir seg at hava, er, at knýta Føroyar tættari umheiminum, og hann heldur, at hetta í stóran mun hevur eydnast við beinleiðis ferðum millum Vága Floghavn og Charles de Gaulle lufthavnina og mentanarmetropolin, París.

- Føroyar hava eitt søguligt tilknýti til Keypmannahavn, tó at lufthavnin í Kastrup ikki telist millum tær heilt stóru í Evropa. Hinvegin er Charles de Gaulle flogvøllurin hin næststørsti í Evropa.

Sølu-og marknaðarleiðarin vísir á, at franski høvuðsstaðurin svevur ongantíð, og her eru óteljandi tilboð og møguleikar, bæði til stór og smá.

- Charles de Gaulle flogvøllurin er meira enn tvífalt so stórur sum flogvøllurin í Kastrup, og nýggja og beinleiðis flogrutan hjá Atlantic Airways letur tískil upp fyri eini ørgrynnu av nýggjum møguleikum.

Árni Olsen sigur, at flogrutan, sum byrjaði hin 1. juli, ger tað bæði lættari hjá føroyingum, sum vilja út í heim – men eisini hjá ferðafólkum úr øllum heiminum, sum kundu hugsað sær at vitjað Føroyar.

- Charles de Gaulle flogvøllurin er ein av heimsins størstu miðdeplum fyri flogferðslu og ein týðandi partur av umfatandi rutunetinum hjá AirFrance, sum Atlantic Airways hevur samstarvsavtalu við.

Sølu-og marknaðarleiðarin sigur, at umleið 2500 føroyingar hava verið túrin í París, síðan Atlantic Airways byrjaði regluligu flúgvingina hagar.

- Í summar hava vit flogið tríggjar ferðir til París um vikuna, mánadag, mikudag og fríggjadag, men tá vit komu út um heystfrítíðina, tóku vit mikudagin burtur úr. 

Árni Olsen vísir á, at allan vetur fer at bera til hjá føroyingum at halda vikuskiftisfrí í París, nú flogið verður bæði fríggjadag og mánadag – og so eisini mikudag, tá summarhálvan byrjar aftur.

- Vit hava eisini flogið nógv fólk heim til Føroyar úr París, og eg ivist onga løtu í, at áhugin fyri Føroyum sum ferðamannalandi fer at veksa munandi á hesi rutuni.

Hann sigur, at fyri fransmenn eru Føroyar forvitnisligar og eksotiskar, og góða gastronomi’in í Føroyum lyftir heilt avgjørt undir áhugan fyri Føroyum sum ferðamáli.

- Nú Atlantic Airways eisini flýgur til Edinburg alt árið - og allan vetur bæði hósdag og mánadag - hava føroyingar ein fantastiskan møguleika at halda vikuskiftisfrí í tveimum stórbýum, eisini á vetrardegi, heldur Árni Olsen.

##med2##

Eisini í vetur er beinleiðis flúgving millum Vága Floghavn og Charles de Gaulle lufthavnina og mentanarmetropolin, París.

Charles de Gaulle flogvøllurin er ein av heimsins størstu miðdeplum fyri flogferðslu.