Øll kunnu søkja um at fáa lut í upphæddini, sum fer til at skumpa undir arbeiðið at skilja og endurnýta burturkast.
Dømi um verkætlanir kunnu vera:
- skeið ella verkstovur innan endurgerð av burturkasti
- tiltøk, sum taka útgangsstøði í at endurnýta lutir ella burturkast
- kanningar í sambandi við skiljing og endurnýtslu
- framleið ymiskt upplýsandi tilfar um burturkast og endurnýtslu
Umsóknarfreistin er 15. apríl 2021.