250.000 laksasmolt doyðu í Noregi

Enn er ikki endaliga greitt, hví ein alifyritøka í Noregi fyrr í heyst misti so nógv laksasmolt eftir bert tveimum vikum.

 

Blom Fiskeoppdrett, sum rekur alivirksemi í Sogn og Fjordane í Noregi, veit nú, at talið av laksasmolti, sum fyrr í heyst doyði í Silda í Vågsøy, var 250.000. Áður varð hildið, at talið var nógv størri, kanska 400.000 smolt.

Tað vísti seg nevniliga, at laksasmoltini doyðu bert einar tvær vikur eftir útseting, tó at alt vísti seg at vera, sum tað átti, bæði við flutningi og útseting av fiskinum.

Dagligi leiðarin á alistøðini, Øyvind Blom, sigur, at staðfest er, at táknurnar á fiskinum høvdu fingið skaða, men at trupult er at siga, hvør neyva orsøkin er til tað.

Spurningurin hevur verið frammi, um talan kanska hevur verið um algur, men alguroyndir, sum eru gjørdar við alibrúkið, vóru góðar.

Øyvind Blom vísir á, at eitrandi algur kunnu skaða táknurnar, men hann heldur ikki, at tað nyttar nakað at gita, tá tey ikki vita orsøkina. - Tað er ómøguligt í løtuni at siga, hvør orsøkin til smoltdeyðan er, sigur dagligi leiðarin við www.ilaks.no.