25,5 milliónir til havgransking

Sambandsflokkurin á Fólkatingi boðar frá, at 25,5 milliónir krónur eru játtaðar á donsku fíggjarlógini til havgransking á Havstovuni komandi fýra árini

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fegnast um henda stuðulin:

– Havið kring Føroyar hevur ávirkan á bæði umhvørvi og veðurlag í øllum Norðureuropa, so tað er av stórum týdningi, at vit fáa størri vitan um hesi viðurskifti í Norðuratlantshavi, sigur Edmund Joensen.

Tað hevur verið eitt ynski hjá Edmundi Joensen at fáa pengar til havgransking í Føroyum. Stjórnin og stuðulsflokkar hennara hava gingið ynskinum á møti.

Játtanin verður latin yvir fýra ár. 4,5 milliónir krónur verða játtaðar í 2020, og síðani sjey milliónir krónur í 2021, 2022 og 2023. Størsti parturin av játtanini stavar frá sokallaðu norðuratlantspuljuni, meðan seks milliónir liggja uttan fyri puljuna.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Edmund Joensen hevur fingið til vega fígging til havgransking í Føroyum. Seinast hann hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tilsamans tær báðar seturnar hann var valdur. Bæði bláar og reyðar stjórnir hava víst havgranskingini vælvild.

Stuðulin til havgransking datt niðurfyri, tá ið Edmund Joensen ikki varð afturvaldur á Fólkating í 2015. 

Játtanirnar frá fyrru setunum hjá Edmundi Joensen hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir. Granskingin var gjørd í samstarvi millum føroyskar, grønlendskar og danskar granskingarstovnar. Ein stýringarbólkur undir leiðslu av Havstovuni skipaði granskingina, skrivar Sambandsflokkurin á Fólkatingi.