28 miljónir eru nú koppsett

Tað gongur eftir øllum at døma striltið at røkka út til fólk í tilafturskomnum londum við koppsetingini.

 

Í Danmark stúra tey fyri, at tey kunnu koma at fáa fleiri túsund smittutilburðir um dagin.

Í Danmark stúra tey fyri, at tey kunnu koma at fáa fleiri túsund smittutilburðir um dagin.

 

Sambært heimsheilsustovninum, WHO, eru nú 28 miljónir skamtir brúktir til koppseting á alheimsstigi. Men, tað er serliga í ríkaru londunum, at fólk higartil eru koppsett.

Av heimsins londum, sum eru byrjað at koppseta móti covid-19, er sambært WHO bert eitt tilafturskomið land, men upplýst verður ikki hvat land, talan er um.

Stórabretland var fyrsta landið í okkara parti av heiminum sum byrjaði at koppseta, og tað var koppingarevnið hjá Pfizer-Biontech, sum fyrst fekk góðkenning í landinum.

Tað veit tíðindatænastan NTB at siga í kvøld. 

Samstundis, sum miljónir av fólkum verða kopsett kring heimin um dagarnar, stúra danir fyri bretsku mutatiónini av covid-19, sum rættiliga er farin at gera um seg í Danmark.

Fyri fýra døgum síðan vístu stakroyndir, at 134 fólk í Danmark vóru smittað við hesum nýggja varianti, men hesar seinastu fýra dagarnar hava 208 nýggir tilburðir verið.

Heilsu-og eldraráðharrin í Danmark, Magnus Heunicke, segði seg á tíðindafundi í dag stúra fyri, at støðan í Danmark kann fara at líkjast støðuni í Írlandi.

Írland hevur nú 900 smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. - Koma vit í somu støðu í Danmark, merkir tað, at vit fáa 7500 smittutilburðir um dagin, segði ráðharrin.

 

 

Í Danmark stúra tey fyri, at tey kunnu koma at fáa fleiri túsund smittutilburðir um dagin.