Føroyingur til USA at undirvísa granskarum

Professari í orkufrøði á Setrinum hevur havt seminar fyri granskarum í USA


Síðsta fríggjadagin var Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði, á Fróðskaparsetrinum í USA og undirvísti.

 

Tað skrivar Fróðskaparsetrið á síni heimasíðu í dag.

 

Í hesum sambandi var hann á Massachusetts Institute of Technology,  MIT, har hann helt eitt seminar um framtíðar vindmyllugeneratorar.

 

- Seminarið var fyri granskarar á Francis Bitter Magnet Laboratory á MIT.

 

- Endamálið við seminarinum var at greiða granskarunum á MIT frá gongdini í menningini av vindmyllugeneratorum, og at finna eitt møguligt samstarvsøki millum Fróðskaparsetur Føroya, DTU og MIT.



 

Massachusetts Institute of Technology (MIT) var sett á stovn 10. apríl 1861 og er helst kendasta tekniska universitetið í heiminum.

 

MIT verður mett at vera eitt hitt fremsta universitetið í heiminum innan verkfrøði og har eru eini 80 granskarar, sum havu vunnið Nobelvirðislønina.

 

Á myndini, sum, er av heimsíðuni hjá Setrinum, er Bogi Bech Jensen frammanfyri navnframa Maclaurin Building 10, á MIT, har próvtøkumyndir ofta verða tiknar.