Vilja inn at sita

Dømdu Sea Shepherd fólki hava sum skilst verið á løgreglustøðini í dag og biðið um at sleppa at sita dómin.

Dømdu Sea Shepherd fólki hava sum skilst verið á løgreglustøðini í dag og biðið um at sleppa at sita dómin. Sea Shepherd skriva á Facebookvanga sínum, at hetta er eitt aftursvar til ynski hjá ákæranum, um at vísa teimum fimm av landinum.

 

Tey vóru fríggjadagin funnin sek í at hava brotið grindalógina og fingu bøtur á millum 5.000 og 35.000 krónur. Umskiftisrevsingin var fongsul millu átta og 14 dagar fyri hvønn teirra.

 

Tað tykist, sum tey dømdu eru av tí fatan, at um tey sleppa inn at sita, kunnu tey vera verandi í landinum, eftir at tey hava sitið dómin. Tey óttast, at donsku myndugleikarnir skulu játta umbøn ákærans, um at vísa tey av landinum sum skjótast.

 

Somuleiðis hevur Sea Shepherd boða frá, at tey ongar ætlanir hava um at rinda bøturnar, tí at rinda tær, vil vera at viðurkenna løggildi handan grindalógina og tí rættin hjá føroyingum at drepa grind.

 

Jógvan Páll Lassen, verji, hevur kært bæði dómin frá Føroya Rætti og umbønina um útvísing, og neyvan hendir nakað í málinum, fyrr enn landsrætturin hevur tikið støðu í málinum.