29 ára gomul fekk skyldina fyri ruðuleikan í Suez

Hon veit ikki, hvør byrjaði at fortelja lygisøgurnar, men heldur, at hetta hevur nakað við hennara "status" sum fyrsti kvinnuligi navigatørur í Egyptalandi at gera.

- Fólk í mínum landi góðtaka ikki, at kvinnur arbeiða á sjónum og eru burtur frá heimi og familju.

- Fólk í mínum landi góðtaka ikki, at kvinnur arbeiða á sjónum og eru burtur frá heimi og familju.

 

29 ára gamla egyptiska kvinnan, Marwa Elselehdar, sum er útbúgvin navigatørur og siglir sum kapteynur, varð hongd út í sosialum miðlum, tá risa bingjuskipið Ever Given rendi seg fast og kom at liggja tvørt fyri í Suez-veitini. Men, egyptiska kvinnan var slett ikki umborð á Ever Givin, tá hendingini fór fram. Kortini vóru tey fleiri, sum í sosialu miðlunum vildu vera við, at kvinnan, sum er fyrsti kvinnuligi navigatørur í Egyptalandi, var orsøkin til ruðuleikan.

Tað er BBC, sum ber hesi tíðindi. Miðilin vísir á, at tá Ever Given sigldi seg fast í Suez-veitini og elvdi til, at fleiri hundrað skip noyddust at bíða, var unga egyptiska kvinnan umborð á skipinum, Aida IV, sum lá út fyri Alexandria í Egyptalandi. Tað var eisini tá, at Marwa Elselehdar legði til merkis, at søgurnar um hana vóru farnar at ganga í sosialu miðlunum.

- Eg gjørdist skelkað, sigur hon við BBC. 

Lygisøgurnar byrjaðu at ganga, tá ein manipulerað mynd byrjaði at spjaða seg. Myndin sá út til at vera úr einari grein í Arab News, og í greinini vildu tey vera við, at egyptiska kvinnan hevði sín lut í hendingini í Suez-veitini. Eftir stuttari tíð vórðu ósonnu tíðindini deild fleiri túsund ferðir á Tvitter og Facebook. Umframt manipuleraðu myndina, vóru eisini skrásettir fleiri falskir Tvitter-profilar við navninum á Marwa Elselehdar, og her varð sagt, at tað var hon, sum hevði ábyrgdina av tí, sum var hent í Suez-veitini.

##med2##

Hin 29 ára gamla sigur við BBC, at hon framvegis ikki veit, hvør byrjaði at fortelja lygisøgurnar um hana, men hon heldur, at hetta hevur nakað við sín "status" at gera sum kvinnuligur navigatørur í einum umhvørvi, sum er dominerað av monnum - og sum fyrsti kvinnuligi navigatørur í Egyptalandi yvirhøvur.

Tá Marwa Elselehdar sum blaðung byrjaði at søkja inn á arabiska akademiið fyri tøkni og maritimum flutningi - rópt AASTMT - var tað í útgangsstøðinum ikki loyvt kvinnum at søkja. - Men, táverandi egyptiski leiðarin, Hosni Mubarak, gav loyvi til, at hon kundi fara í holt við sína ætlaðu navigatørútbúgving. Soleiðis gjørdist hon eisini fyrsti kvinnuligi egyptin, sum fór út av akademinum sum kapteynur, skrivar BBC.

##med3##

Sjálv sigur Marwa Elselehdar, at fólk í landinum, hagani hon er, góðtaka ikki, at kvinnur arbeiða á sjónum og eru burtur frá heimi og familju í longri tíð. Eftir at hon fekk sína navigatørútbúgving, gjørdist hon 1. stýrimaður við skipinum, Aida IV, og hon gjørdist soleiðis fyrsta og yngsta egyptiska kvinnan, sum førdi eitt skip gjøgnum Suez-veitina. Hetta var í 2015, og á kvinnudegnum í 2017 varð hon heiðrað av forsetanum í Egyptalandi, Abdel Fattah El-Sisi, fyri at hava gingið á odda sum kvinnuligur kapteynur í landinum.

 

 

 

 

- Fólk í mínum landi góðtaka ikki, at kvinnur arbeiða á sjónum og eru burtur frá heimi og familju.

Báðar myndirnar av Marwa Elselehdar eru privatar.