29 týsk ferðafólk deyð í bussvanlukku á Madeira

Portugisiski forsætisráðharrin hevur sent Angelu Merkel, týska kanslaranum, samkenslurit

29 fólk doyðu, tá ein bussur fór út av vegnum í býnum cancico á frítíðaroynni Madeira í gjárkvøldið. – Mynd: Stringer/Ritzau Scanpix

29 fólk doyðu, tá ein bussur fór út av vegnum í býnum cancico á frítíðaroynni Madeira í gjárkvøldið. – Mynd: Stringer/Ritzau Scanpix

29 fólk doyðu í eini bussvanlukku á portugisisku oynni Maderia í Atlantshavinum í gjár.

Øll fólkini vóru úr Týsklandi, váttar talsmaður fyri týsku stjórnina.

##med2##

– Hetta eru ræðulig tíðindi, vit hava fingið av Madeira, sigur talsmaðurin.

Portugisiski forsætisráðharrin, António Costa, skrivar á Twitter, at hann hevur sett seg í samband við týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, fyri at vísa sína samkenslu.

– Tað er við stórari sorg, at eg frætti um vanlukkuna á Madeira.

– Eg havi víst Angelu Merkel mína samkenslu í hesi truplu løtu, skrivar hann.

Upprunaliga ljóðaði, at 28 vóru deyð, men læknar upplýsa, at ein kvinna er deyð av løstunum á einum sjúkrahúsi í Funchal, høvuðsstaðnum á Madeira.

27 onnur fólk eru særd.

##med3##

– Eg havi ikki orð, sum kunnu lýsa, hvat hendi, sigur borgarstjórin í býnum Canico, har vanlukkan hendi, Filipe Sousa, við sjónvarpsstøðina Sic.

Portugisiski forsetin, Marcelo Rebelo de Sousa, er farin til Madeira.

– Eg vísi mína sorg og samkenslu vegna alt tað portogisiska fólkið í hesi ræðuligu støðu og serliga fyri familjurnar hjá offrunum, sum eg havi frætt vóru tyskarar, sigur forsetin við portogisikt sjónvarp.

Samstundis upplýsa myndugleikar á staðnum, at tey deyðu eru millum 40 og 50 ára gomul.

Eitt sjúkrahús í Funchal váttar, at eingi børn vóru millum tey deyðu.

Filipe Sousa, borgarstjóri, upplýsir, at tað vóru 55 ferðafólk, ein ferðaleiðari og ein bussførari í bussinum.

Bussurin koppaði eftir øllum at døma niður av einum brøttum bakka, tá hann fór út av vegnum eystan fyri funchal. Sjónvarpsmyndir vísa tann hvíta bussin liggja á liðini í brekkuni nærindis smala vegnin.

Vanlukkan hendi umleið klokkan 18:30 lokala tíð í einum íbúðarøki.

Íbúgvar á staðnum siga, at veðrið var fínt, tá vanlukkan hendi. Myndugleikarnir eru við at kanna orsøkina til vanlukkuna.

Myndugleikar á staðnum upplýstu í gjárkvøldið sambært týska blaðnum Bild, at 17 menn og 11 kvinnur eru deyð. Tað var, áðrenn deyðstalið hækkaði til frá 28 til 29.

 

/ritzau/AFP

29 fólk doyðu, tá ein bussur fór út av vegnum í býnum cancico á frítíðaroynni Madeira í gjárkvøldið. – Mynd: Stringer/Ritzau Scanpix

At least 29 killed in Madeira tourist bus accident

Drone footage shows site of Portuguese tourist bus accident