30% av øllum tilfari á internetinum hevur okkurt við porno at gera

– Frá 1998 til 2007 vaks talið av pornografiskum heimasíðum við 1800%. Tað vaks so nógv, at í dag hevur áleið 30% av øllum tilfari á internetinum okkurt við porno at gera, segði Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, tá ið hann fyri løtu síðani setti Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning

Steffan Klein Poulsen

Steffan Klein Poulsen

Norðoyatingmaðurin fyri Miðflokkin vísti á fleiri avleiðingar av porno.

– Porno altíð verið til staðar í onkrum formi. Tað hevur tó ongantíð verið so lætt at koma til porno sum nú. Og ongantíð fyrr hevur pornografiska tilfarið verið so grovt og rúgvismikið sum í dag, segði hann.

Hann vísti á, at frá at skula út í almenningin eftir pornografiskum bløðum ella filmum, er borgarin í dag bara nøkur fá músa-klikk frá pornografiskum filmum á internetinum. Avleiðingin av porno ávirkar bæði heilan, hjartað og heimin.

Tað finnast fleiri vísindafólk, sum granska í heilanum, og sum meta, at porno ávirkar evnafrøðilig viðurskifti í heilanum. Eins og misbrúkarin við tíðini vil økja um rúsin og søkja sterkari rúsevni, vil ein, sum hyggur at porno, fáa eina tráan eftir meiri og grovari tilfari. Hetta er orsøkin til, at pornografiska forbrúkið ofta fer frá at vera einaferð um mánaðin til einaferð um dagin. Frá tí milda til tað meiri ógvisliga, segði hann.

Hann vísti eisini á, at porno kann oyðileggja relatiónina til makan, tí tann, ið hyggur eftir porno, blívur meiri kritiskur mótvegis makanum og minni nøgdur við sexlívið.


Helvtin av teimum 11 til 13 ára gomlu hava sæð pornografi

Í fyrispurninginum vísti hann á nøkur tøl og kanningar.

– Sambært “British Board of Film Classification” hava meira enn helvtin av børnunum í aldrinum 11 til 13 ár sæð pornografi. Harav 18%, næstan ein fimtapartur, leitaðu eftir tí við vilja, segði Steffan Klein Polusen.

– Ein av størstu porno-heimasíðunum fekk 81 milliónir vitjanir um dagin og umleið 29 milliardir vitjanir um árið. Mett verður, at pornosíður hava meira ferðslu enn Netflix, Amazon og Twitter tilsamans, segði hann. 

Hann vísti eisini á, at tað er sera torført hjá foreldrum at hava tamarhald á internet-nýtsluni hjá børnunum.

– Sama kanning úr Bretlandi, ið bleiv nevnd omanfyri, staðfesti, at tríggir fjórðingar (75%) av foreldrunum hildu, at teirra egnu børn ongantíð høvdu sæð pornografi. Ein stórur partur av teimum fór skeivur, tí heili 53% av børnunum høvdu sæð tað, segði Steffan Klein Poulsen.

Pornoídnaður og sex trafficking

– Vit vita, at tað eru sera nógvir forbrúkarir av porno kring heimin tilsamans. Hvat er samlaða avleiðingin, tá ið fleiri milliónir fólk hyggja at porno? Avleiðingin er ein stórur og óhugnaligur pornoídnaður, sum sex trafficking millum annað er ein partur av, segði Steffan Klein Poulsen.

Tingmaðurin vísti á, at tær kanningar, ið eru gjørdar av porno, eru ikki bundnar at nøkrum átrúnað ella persónligari meining.

– Tað eru kanningar, ið hava verið “peer reviewed”, eisini kallað “referee reviewed”, sum í grundini merkir, at tær eru góðtiknar eftir strangum reglugerðum. Tær eru komnar ígjøgnum nálareygað, sigur Steffan Klein Poulsen.

Tingmaðurin undirstrikaði, at hann vil ikki lata føroysk børn vera offur fyri pornoídnaðinum.

Hetta er orsøkin fyri mínum fyrispurningi. Porno er sera oyðileggjandi, ja nógv meiri enn flestu fólk geva sær far um. Eg kann ikki bara lata tað standa til, tá ið eg havi sett meg inn í hetta málið og síggi, hvat tað kann gera vit eitt samfelag. Børnini eru líka illa vard sum tey vaksnu á internetinum. Tað er orsøkin til hendan fyrispurningin, segði hann.


Nærum ógjørligt at steðga atgongd til slíkar síður

Steffan Klein Poulsen spurdi millum annað, hvussu nógv pornografisk ferðsla er á internetinum í Føroyum; til dømis hvussu nógvar leitingar eru eftir pornografiskum tilfari? 

Landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum, sum eisini umsitur Føroya Tele, Helgi Abrahamsen, svaraði.

– Tað verða ikki savnaði hagtøl um atferðina hjá føroyskum brúkarum á internetinum, og tí ber ikki til at siga, hvørjum fólk leita eftir á netinum ella hvussu nógv. Føroya Tele hevur greitt frá, at millum 50% og 60% av dátuferðsluni í Føroyum er tilfar, ið liggur lokalt í Føroyum á sokallaðum caching servarum. Hetta er m.a. alt tilfarið, sum kemur frá Netflix, Google (millum annað YouTube, Gmail og Google Drive), Facebook, Viaplay og fleiri øðrum stórum nettænastum. Í írestandi 40% - 50% av ferðsluni, sum ikki verður goymd í Føroyum, áðrenn tilfarið verður sent internetbrúkaranum, kann vera tilfar av pornografiskum slag, segði Helgi Abrahamsen. 

Hann vísti á, at í samstarvi við ríkisløgregluna er eitt barnaporno-filtur lagt á alla føroyska ferðslu, fyri at verja føroyingar móti at koma inn á slíkar ólógligar síður.

– Filtrið verður regluliga dagført av ríkisløgregluni, men tað koma á hvørjum degi nýggjar ólógligar síður fram á internetinum, sum nýggjastu dagføringarnar ikki hava sáldað frá. Tí er nærum ógjørligt at steðga allari atgongd til slíkar síður, segði hann. 

Hann vísti á, at um atgongdin hjá børnum og ungum at sleppa framat ávísum tilfari á netinum skal verða tøkniliga avmarkað, krevst, at øll, sum ferðast á netinum, eru eyðmerkt, og at atferðin hjá øllum internetbrúkarum í Føroyum verður fylgd neyvt.

– Eitt slíkt eftirlit, vænti eg, mest av øllum hevði mint um Big Brother í skaldsøguni 1984, eftir George Orwell. Tøkniliga ber tað møguliga til, men í einum frælsum samfelagi ber ikki til at hava eftirlit við hvørjum einasta brúkara, á hvørjari einastu tøkniligari eind, sum reikar á netinum, segði Helgi Abrahamsen.

Hann vísti á, at til ber heldur ikki til at gera mun á internetreikanini hjá børnum og vaksnum. – Sum spyrjarin vísir á, er søla av pornografiskum tilfari bannað í føroyskari lóg, og í so máta er ikki tørvur á serligum reglum fyri at avmarka atgongdina hjá børnum. Trupulleikin er, at tað er sera trupult at handhevja hetta forboð, uttan at seta í verk víðfevnt eftirlit við atferðini hjá øllum landsins borgarum. Tað er tí fyrst og fremst við upplýsing, at vit kunnu verja børnini fyri pornografiskum tilfari á internetinum, segði landsstýrismaðurin.

Landsstýrismaðurin fegnaðist um, at skúlar, sosialu myndugleikarnir og politiið hava tikið hetta málið upp í SSP-samstarvinum, og skipa fyri kunning til bæði børn og foreldur um at ferðast trygt á netinum.

– Seinasta átakið, sum eg veit um, var “Tryggari internet dagurin” 11. februar. Tá skipaðu SSP og Fólkaheilsuráðið, saman við Føroya Tele og Nema, fyri kapping millum ung um hvussu internetið kundi gerast tryggari og betri, segði hann.


Eingin lóggáva megnar at lofta til fulnar

– Tað er fyrst og fremst kunning, sum munar. Eg vildi tí mett, at skúlin hevur stóra ábyrgd at tryggja, at útgerðin, sum børnini fáa heim við, er so væl vard móti ónærisligum tilfari, sum til ber, og at skúlin eisini eigur at kunna foreldrini um, hvat ið tey kunnu gera fyri at verja børnini, tá ið tey nýta útgerð skúlans. Haldi tó, at tað er at fara ov langt út um mítt málsøki sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum at siga, hvussu henda kunningin eigur at verða skipað, segði hann.

Hann vísti eisini á, at ein stórur partur av børnunum gongur við einari snildfon í lummanum, og tá eru tað sjálvandi foreldrini sjálv, sum hava evstu ábyrgd av at verja børnini móti vandunum á netinum.

– Samanumtikið ber globaliseraði og talgildi heimurin vandar við sær, sum eingin lóggáva til fulnar megnar at lofta, um borgarar landsins framvegis skulu hava frítt at nýta hentleikarnar og at reika eftir tí góðu vitanini, sum eisini liggur á internetinum, segði Helgi Abrahamsen í svarinum.

 
Tingfólk takkaðu

Fleiri tingfólk takkaðu Steffani Klein Poulsen fyri at taka málið upp í løgtinginum. Tey mettu, at málið var sera týdningarmikið at viðgera, hóast tað er sera langt síðani, at málið seinast hevur verið frammi á løgtingi.

Steffan Klein Poulsen