30 rýma frá rokningini um mánaðin

Onkur tænastustøð, sum selur brenni, hevur 0 til seks slíkar hendingar um mánaðin. Aðrar hava heilt upp í 30 hendingar, har fólk rýma frá rokningini.

Ein kvinna við óskrásettum bili fyllir 700 krónur á tangan og rýmir.

Ein kvinna við óskrásettum bili fyllir 700 krónur á tangan og rýmir.

 

Í keppi og sólbrillum fyllir kvinnan fyri 700 krónur í brenni tangan á bilinum, sum ikki hevur sjónlig nummarspjøldur. Tá hon er liðug at fylla á, fer hon í bilin og stingur av, og einarin av støðini kann ikki vænta sær at fáa pengarnar fyri brennið. Hetta er aðru ferð í tvær vikur, at Rolf Øverbø hjá YX Siljan Ekeberg Auto AS upplivir, at fólk við vilja rýma frá rokningini fyri áfylling.

Hann sigur við norska kringvarpið - NRK - at tað javnan eru fólk, sum fylla brenni á tangan á bilinum og royna at sleppa sær undan rokningini. Meðan kvinnan á myndini fylti á, settu starvsfólkini seg í samband við Rolf Øverbø, sum tá arbeiddi úti á verkstaðnum.

Tað er ikki altíð, at løgreglan fær hjálpt eigarum av støðunum, tá fólk stjala brenni. Onkuntíð hjálpir løgreglan at finna fram til viðkomandi, og í øðrum førum noyðist Rolf Øverbø at ásanna, at pengarnir eru mistir. 

- Í hesum føri vóru tað tvey ting, sum gjørdu, at tað illa ber til at finna bilin aftur. Í fyrsta lagi hevði bilurin eingi nummarspjøldur, og í øðrum lagi sóu starvsfólkini hjá okkum ikki, hvønn veg bilurin koyrdi, tá hann fór hiðani. Tá so er, nyttar lítið at ringja til løgregluna, sigur Rolf Øverbø, sum verður rættiliga irriteraður, tá slíkt hendir.

Sagt verður úr Noregi, at ein lokal støð gjarna hevur einar 0 til seks hendingar um mánaðin av slíkum slag, meðan tær støðir, har ágangurin er størstur, kunnu hava upp í 30 slíkar tilburðir um mánaðin, har fólk fylla á, men rýma frá rokningini.

##med2##

Ein kvinna við óskrásettum bili fyllir 700 krónur á tangan og rýmir.

Rolf Øverbø upplivir javnan, at fólk við vilja rýma frá rokningini fyri áfylling.