300.000 fleiri deyð í USA í ár enn væntað

Síðani mars eru deyð alsamt fleiri fólk í USA hvørja einastu viku, vísa tøl frá heilsumyndugleikunum.

 

 

Tað samlaða talið av deyðum í USA undir koronufarsóttini er næstan 300.000 hægri, enn tað heilsumyndugleikarnir høvdu væntað.

Tað vísa tøl frá amerikonsku  miðstøðini fyri heilsueftirlit og fyribyrging CDC.

Miðstøðin metir, at USA hevur havt 299.028 fleiri andlát millum 26. januar og 3. oktober í ár, í mun til hvat hagfrøðisliga sæð hevði verið vætnað í mun til talið av deyðum í fjør.

CDC hevur onga frágreiðing upp á, hví fleiri eru deyð, men sigur, at andlát, sum beinleiðis og óbeinleiðis eru vegna koronuvirus, eru íroknað tey sløku 300.000.

Higartil hevur USA alment skrásett sløk 221.000 andlát millum koronusmittað. Tað vísir ein uppgerð frá Johns Hopkins University.

Sambært Washington Post kann høga talið av deyðum skyldast, at nógv fólk eru deyð av øðrum sjúkum, fí tey hava verið bangin fyri at fara á sjúkrahús av ótta fyri koronusmittu.

Tað verður eisini hildið, at nógv eftir øllum at døma eru deyð av covid-19, men at tað ikki er skrivað á deyðsváttanina sum deyðsorsøk.

CDC lýsir hækkaða talið av deyðum sum munin millum væntaða talið av deyðu og veruliga talið av deyðum í eitt ávíst tíðarskeið.

Síðani mars hevur USA havt ein hægri deyðstíttleika hvørja viku, vísa tøl hjá CDC.

Sjálvt um tað mesta eru eldri fólk, sum eru í vanda fyri at doyggja av koronuvirus, vís tølini frá CDC , at tað eisini eru stórur deyðstíttleiki millum tey 25 til 44 ára gomlu.

Í hesum aldursbólki eru skrásett 26,5 fleiri andlát enn í miðal í fjør, skrivar Washington Post.

Eisini svartir amerikanarar ogpersóna við látínamerikanskari bakgrund eru í miðal harðari rakt enn aðrir fólkabólka, vísa tølini frá CDC.

/ritzau/Reuters

 

Fimti hvør sum er deyður av koronuvirus er úr USA. Tølini úr USA vísa hægri deyðstíttleika, síðani koronufrasóttin herjaði. (Arkivfoto) - Foto: Callaghan O''hare/Reuters