31 fingu prógv á Vinnuháskúlanum

Í dag hava 14 skiparar, seks skipsførarar og 11 maskinmeistarar fingið prógv handað á Vinnuháskúlanum

Skiparar, ið hava fingið handað prógv

Skiparar, ið hava fingið handað prógv

Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í dag, har lesandi fingu prógv handað.

Fitt av fólki vóru møtt til handanina fyri at ynskja próvtakarunum til lukku við próvnum.

Tey, sum fingu prógv hesaferð, vóru:

Skiparar:

Róland Bogi Joensen
Bjarki Arge
Janus Snorrason á Bøgarði
Rani Rasmussen
Hjarnar Jónarsson Randrup
Pætur Klein á Líknargøtu
Jákup Eli Mortensen
Andrias Andrasson Arge
Jóhan Hendrik Petersen
Dánjal Martin Dalá Hofgaard
Niclas Johan Hovsgarð
Poul Ásmund Tórarenni
Bergur Mørkøre
Róland Bogi Jensen og Jákup Eli Mortensen, mangla á myndini.
   
Fýra virðislønir vórðu latnar: Janus Snorrason á Bøgarði fekk kikara frá Thor, Róland Bogi Joensen fekk klokkusett frá Faroe Ship, Rani Rasmussen fekk klokkusett frá Faroe Agency og Pætur Klein á Líknargøtu fekk lummaur frá Antares. Síðstnevnda virðislønin var ein ídnisvirðisløn.


##med2##
Skipsførarar:   

Jógvan Elias Olafson Davidsen
Thomas Albert Ryggshamar
Andrias Sirdal
Hallur Funn Egilsnes
Teitur Midjord
Hákun Kristoffur Marsten
Thomas Albert Rygshamar manglar á myndini.

Fýra virðislønir vórðu latnar: Jógvan Elias Olafson Davidsen fekk gullur frá A. P. Møller, Hákun Kristoffur Marsten fekk barometur og klokku frá Betri Samtakinum, Hallur Funn Egilsnes fekk gáva frá Smyril Line. Jógvan Elias Olafson Davidsen fekk eisini ídnisvirðislønina frá Søfartens Ledere.

Hægsta miðal próvtal fyri skiparar og skipsførarar fingu Janus Snorrason á Bøgarði, skipari, og Jógvan Elias Olafson Davidsen, skipsførari. Teir fingu sekstantar frá Føroya Skipara- & Navigatørfelag.

 
##med3##

Maskinmeistarar:

Jafet Signar Rasmussen
Bjarni Hentze
Jósef Magni Heinesen
Gunnar Joensen
Kaj Johannesen
Sámal Einarsson
Kjartan Bech
Tóki Hjartarson
Odd Andreassen
Tóki Thorsteinsson
Oddmar Nielsen

Fýra virðislønir vórðu latnar: Gunnar Joensen fekk grindaknív frá S.E.V., Tóki Thorsteinsson fekk mátitól frá Maskinmeistarafelagnum og Jósef Magni Heinesen fekk kikara frá Norðoya Sparikassa. Síðstnevndi fekk eisini ídnisvirðisløn, sum var eitt lummaur frá Skansi Offshore.

Skiparar, ið hava fingið handað prógv

Skipsførarar, ið hava fingið handað prógv

Maskinmeistarar, ið hava fingið handað prógv