31 næmingar fingið prógv á Ítróttaháskúlanum

Várskeiðið 2019 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni er av. Eftir 20 stuttligar, harðar og mennandi vikur, hava hesir 31 næmingarnir nú fingið handað prógvið og fara í summarfrí.

Eftir 20 vikur við upplivingum, ið bæði eru mennandi og spennandi, er skeiðið av. Umframt eru vinabond knýtt, og síðstu dagarnar merktist á næmingunum, at tey ikki gleddu seg til skilnaðarstundina, har øll aftur fara hvør í sína ætt. Ikki frítt, at okkurt tár kom á kinn, siga fólkini kring Ítróttaháskúlan.

Fleiri myndir síggjast á fb-vanganum hjá Ítróttaháskúlanum.

Eftir summarfrítíðina byrjar heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum.