320 fleiri veljarar í høvuðsstaðnum

Tilsamans hava umleið 13.000 veljarar valrætt á valstaðnum á Hálsi í Havn

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Nærum 13.000 veljarar hava møguleikan at seta sín kross, tá ið valstaðið á Hálsi í Havn letur dyrnar upp í morgin. Tað eru umleið 320 veljarar fleiri enn fyri fýra árum síðan. Tað upplýsir Tórshavnar kommunu á heimasíðu síni.

Tað er í samband við, at valstýrið fyri valstaðið á Hálsi í Havn er farið undir at skráseta teir veljarar í vallistan, ið longu hava brævatkvøtt, at kommunan boðar frá talinum av veljarum.

Tað eru nógv nøvn at skráseta, tí upplýst verður, at umleið 10 prosent av teimum, ið velja á valstaðnum á Hálsi í Havn gera tað við brævatkvøðu.

Restin av veljarunum fáa møguleikan at greiða atkvøðu í morgin, tá valstøðini kring landið lata dyrnar upp klokkan 10. Valhølini steingja klokkan 20 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.  

Mynd: Tórshavnar kommuna