TIÐINDI     SOSIALURIN

Saman at standa



hugleiðing

Sigurin á Eysturríki leingi livi! Tað er ótrúligt hvat eitt mál kann gera. Men kann eitt skot í Sarajevo byrja ein heimsbardaga, so er tað ikki so løgið at ein væl send kúla í Landskrona skrivar fótbótssøgu. Aftaná hesa minnuliga løtu broyttist alt, bólturin var farin á rull og tíðin kundi ikki ikki skrúvast aftur?
Hjá einum fámentum fólki í Atlantshavinum var eitt nýtt tíðarskeið byrjað við bylgjum brótandi í bæði borð.
Og í kjalarvørrinum komu slagsangir um føroyskan stoltleika, dygdir og samleika.
Eitt sangtyssið sum ikki er følnað enn. Fótbóltsfepurin slapp at herja um landið og vit liva enn í einum smitturaktum øki.

Samfelagið var annars á veg inn í eina djúpa kreppu, men fótbólturin gav okkum nýggja megi og trúnna á at vera nakað serligt. Vit høvdu tørv á at standa saman og hava tað framvegis.
Men okkara førleiki er skroypiligur og framburðurin varð brátt avloystur av mótgangi, øvundsjúku og negativari hugsan. Og tapini komu sum kunnugt bóltandi. Okkara bjartskygdni og stoltleiki fekk eitt slag á nevið. Niðurtúrurin hjá føroyingum var fullkomin, og eitt slag av kollektivari masokismu fekk í kreppuárunum eisini fastatøkur á føroyingum. Eiga vit ikki sjálvi lut í viðráki, so er mótburður hjá øðrum heldur ikki so galin. Vit vóru í sama báti og eru vit framvegis á sama liði. Kósin var sett av nýggjum og vit fingu aftur vind í seglini. Jú, vit koma longst við at lyfta hvønn annan upp og taka tøk saman.
Og flaggið kann eisini vera vakurt í illveðri og stormi!

Rómur og sigursrúsur er gott fyri sálina og sjálvsálitið hjá einum skapandi fólki. Sum ein lítil tjóð hava vit serligan tørv á at gera vart við okkum. Eins og børnini skulu vit allatíðina hoyrast og síggjast. Vit eru ring at fáa eygað á í heimsmyndini og framtíðin er treytað av avrikum og samanhaldi.
Á sama hátt sum vit virðismeta framgongd í vinnu og búskapi, so eru tónlistarlig gjøgnumbrot og sigrar á leikvøllum av stórum týdningi fyri samfelagið.
Vit eru øll meiri ella minni partar av somu stremban, nevniliga at vinna Føroya framá til æru og vælferð. Vit bítast og kappast her á landi, men úteftir standa vit saman sum ein familja.
Tí eru vit eisini góð við landsliðið. Vit fylgja evnaríku spælarunum herheima og á altjóða vøllum. Tað verður tosað, skrivað, og rapporterað frá hvørjum dysti. Vinnulívið hevur tikið lógvatak um ítóttin og nógvar fyritøkur síggja ídag fótbóltin sum ein gyltan møguleika at fáa nýggjar inntøkur á rull.
Landsliðið er okkara andlit út í heim og ferðavinnan takkar fyri nýggja sýnisgluggan.
Eg skal heilsa og siga, at tað ger tónleikurin eisini. Tað at føroysk tónlistafólk fáa heiðurin at syngja føroyska tjóðsangin, og í serligum føri tann hjá gestunum við, er at sýna sangarnum sera stórt álit og samstundis ein virðismikil stuðul til føroyska tónleikavinnu, sum í hesum døgum strembar eftir altjóða viðurkenning.

Frammanundan kenna vit ikki úrslitini og hvat framtíðin fer at bera. Men miðvíst og taktisk spæla vit uppá sama mál. Tað er spennandi og stuttligt at taka lut, men vit mugu ikki gloyma, at vit partur av harðari kapping sum síðlar tey veikastu frá. Ítróttur í fremstu røð er ikki longur leikur og bóltspæl millum húsini. Og skal okkara tónleikur finna fram til keyparar á meginlandinum, so skal meiri til enn ein væl isoleraður venjingarkjallari og nøkur nøktandi rímorð á føroyskum. Føroyar eru ikki eitt menningarland sum letur rávøruna fara óvirkaða av landinum Og vit eru heldur ikki óvitandi heimføðingar, sum undrandi slota eftir ferðafólki.
Nei, eftir fáum árum eru vit vorðin ein tjóð sum bjóðar seg fram á flest øllum økjum.
Heimurin er vorðin minni og vit eru vorðin størri. Mangan verður sagt, at vit eru so fáment og kunnu best javnmetast við ein danskan provinsbý. Men hvussu langt var hin gávuríki úrmælingurin í Pfaumestrasse í Dortmund komin um hann lat seg bremsa av at í Týsklandi búgva 80 milliónir.
Og hvat skuldi Guðrun Sólja Jacobsen gjørt í kappingini Stjerne for en Aften, um hon frammanundan var sannførd um, at ein válaragenta av Tvøroyri ikki hevði møguleika at vinna framum túsund kandidatar í Danmark.
At vit eiga so nógvar einstaklingar sum skara framúr, fortelur bert, at vit eiga eitt gott tilfeingi her á landi. At alsamt fleiri verða hildin til, sædd og hoyrd er ein spennnadi avbjóðing og eitt felags strev, sum vit ikki muga lata fara framvið borðinum.

Í fótbólti kann uppgávan mangan tykist ómøgulig. Men royndirnar hava kortini víst, at føroyska landsliðið hevur hildið stórum fótbóltstjóðum í skák og eisini vunnið stig bæði úti og heima. Vit kunnu øll undrast at úrslitini hóast alt hava verið so heiðurlig. Eitt miðvíst arbeiði her heima og í bóltfeløgum uttanlands forklárar nógv, men neyvan alt. Tað er okkurt sum bendir á, at nógvir føroyingar hava fingið treystleika og vilja í vøggugávu. Og skal David fella Goliat so skal trúgvin eisini vera tilstaðar.

Góðan landsdyst Føroyar og góða eydnu við sanginum Brandur!