34 ára gomul kann gerast yngsti stjórnarleiðari í Finnlandi

Um finski ríkisdagurin týsdagin atkvøður ja til Sanna Marin, verður 34 ára gamla ráðfrúan nýggjur stjórnarleiðari.

Javnaðarflokkurin í Finnlandi hevur ídag valt 34 ára gomlu flutningsráðfrúuna, Sanna Marin, sum floksins valevni at taka við eftir Antti Rinne sum forsætisráðfrú.

Um finska tjóðartingið, ríkisdagurin, góðkenni hana týsdagin, verður Sanna Marin tann yngsta stjórnarleiðarin, sum Finnland nakrantíð hevur havt.

Finski Javnaðarflokkurin hevur í dag verið saman til atkvøðugreiðslu um, hvør skal taka sum forsætisráðharri eftir Antti Rinne. Hann boðaði týsdagin frá, at hann leggur frá sær.

Tað hendi, eftir at Centerflokkurin boðaði frá, at tey ikki longur høvdu álit á honum.

Politiska kreppan stavar úr einin arbeiðsósemju í finska postverkinum, Posti. Kreppan hevur havt við sær fleiri verkføll.

Í dag valdu 32 av teimum 61, sum høvdu rætt at velja, floksleiðsluni hjá javnaðarflokkinum so Sanna Marin fram um formann floksins á tingi, tann 37 ára gamla Antti Lindtman. Hann fekk 29 atkvøður, sigur finska sjónvarpsstøðin Yle.

– Vit hava eitt stórt arbeiði framman fyri okkum at endurbyggja álitið, sigur Sanna Marin í eini fráboðan eftir tøttu atkvøðugreiðsluna.

– Vit hava eina felags stjórnarskrá, sum límar samgonguna saman, sigur hon sambært tíðindastovuni Reuters.

Samgongan, sum fekk stjórnarvaldið fyri hálvum ári síðani, er samd um at halda fram á somu kós eftir at Antti Rinne fór frá.

Sanna Marin hevur sitið í ríkisdegnum síðani 2015 og er – umframt at vera flutningsráðfrú – næstforkvinna í flokkinum.

Hon hevur ein grønari profil og er eitt sindur meira til vinstru enn fleiri av floksfeløgunum, skrivar svenska blaðið Expressen.

Javnaðarflokkurin er tann størsti av teimum fimm flokkunum í samgonguni.

 

/ritzau/