35 fingu skaða í turbulensi

- Fleiri stoyttu seg undir loftið í flogfarinum, siga ferðandi, sum vóru á veg úr Vancouver til Sydney.

 

 

 

 

 

 

 

Eitt flogfar hjá Air Canada, sum var á veg úr Vancouver til Sydney, noyddist at neyðlenda í Honolulu eftir, at flogfarið og tey ferðandi høvdu verið í hørðum turbulensi. 

Sambært CNN vóru 269 ferðandi í flogfarinum, og manningin taldi 15.

Eitt ferðafólk, sum tíðindarásin hevur skift orð við, sigur, at fleiri av ferðafólkunum stoyttu seg undir loftið í flogfarinum.

Kanadiski miðilin CBC vísir á, at 35 fólk, sum vóru í flogfarinum á hesi ferðini, fingu smærri álvarsligar skaðar, sum miðilin tekur til.

Eitt umboð fyri flogfelagið sigur við CBC, at flogfarið knappliga kom í harðan turbulens á ferðini, meðan himmalin annars var spegilsklárur.

Fleiri av ferðafólkunum lýsa hendingina sum ógvusliga.

- Turbulensurin vardi í eini 10-15 sekund. Her vóru smáar ristingar, men knappliga gjørdi flogfarið eitt ordilig "lop", sigur Alex Macdonald við CBC.

Aðrir miðlar vita at siga, at fleiri enn 20 fólk, sum vóru í flogfarinum, vórðu flutt beinleiðis úr lufthavnini í Honolulu og á eitt sjúkrahús í býnum.

Air Canada hevur syrgt fyri, at tey ferðandi, sum vóru í flogfarinum, fáa hotelluppihald og røkt, tll ferðin til Sydney kann halda fram.