Tað var mánakvøldið, at ein persónur sá ein tóman barnavogn nærindis fjørðuni - og í kavanum sóust fótaspor oman móti sjónum.

4 ára gamla gentan druknaði

Í dag er eisini líkskurður gjørdur av mammuni, men frágreiðingin fyriliggur ikki fyrr enn mánadagin.

Tað var mánakvøldið, at ein persónur sá ein tóman barnavogn nærindis fjørðuni - og í kavanum sóust fótaspor oman móti sjónum.

 

Í dag er tað vorðið greitt, at fýra ára gamla gentan, sum saman við mammu síni og tveimum øðrum systkjum endaði á sjónum í Tromsø mánakvøldið, er druknað. Løgreglan í Noregi sigur, at hetta hevur líkskurðurin fyribils staðfest. Umframt at gentan er druknað, var hon eisini niðurkøld í sjónum, og samanlagt er hetta orsøkin til, at hon doyði.

Mamman og sjey ára gamla dóttirin vórðu staðfestar deyðar mánakvøldið, og fýra ára gamla gentan varð staðfest deyð í gjárkvøldið. Eftir á lívi er nú hálvt annað ára gamla smágentan, og hon stríðist framvegis fyri lívinum á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo.

- Tað er greitt, at skuldsetingin móti mammuni verður víðkað, soleiðis at hon eisini fevnir um dráp av hini fýra ára gomlu, men hetta er ikki gjørt formelt enn, sigur løgregluadvokaturin, Gøril Lund, við norsku heimasíðuna VG.

Í dag er líkskurður eisini gjørdur av mammuni, men her verður sambært VG bíðað við frágreiðingini til mánadagin. Hvussu lagnan hjá hálvt annað ára gomlu gentuni á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo verður veit eingin at siga enn, men smágentan er framvegis í lívsvanda.

Tað var mánakvøldið, at ein persónur, sum gekk fram við sjóvarmálanum, sá ein tóman barnavogn nærindis fjørðuni - og í kavanum sóust fótaspor frá vogninum og oman móti sjónum. Einar 8-10 metrar úr landi funnu bjargingarfólk eina unga lívleysa mammu og trý lívleys børn.

Tað var mánakvøldið, at ein persónur sá ein tóman barnavogn nærindis fjørðuni - og í kavanum sóust fótaspor oman móti sjónum.